Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.12.2016 (10:32)

Eg eri ógvuliga vónbrotin

– Hetta var eitt ómetaliga stórt vónbrot.

 

Tað sigur Eydis Kjærbo í Vági.

 

Hon er varaborgarstjóri í Vági, har hon er vald fyri Javnaðarflokkin.

 

Hon er eisini við í fyrireikingarbólkinum, sum hevur lagt eina ætlan fyri at fara undir ein ítróttareftirskúla í Vági.

 

Í hesum sambandi hava tey søkt Løgtingið um at fáa eina millión í stuðuli fyri at seta ætlanina í verk. Tey siga, at orsøkin til, at tað er so bíligt, er, at tey hava longu allar ítróttarhentleikar og bústaðir, so at tað eru bara læraralønir, og aðrar rakstrarútreiðslur, sum mangla.

 

Men hetta vil samgongan ikki. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, segði við KvF í gjár, arbeitt hevur verið við einum eftirskúla í Norðaru helvt í Suðuroy, og at hon fór ikki upp í eina aðra eftirskúlaætlan í Suðuroy, fyrrenn endalig støða er tikin til tað málið.

 

KvF hevur eisini fingið váttað frá fleiri løgtingsfólkum, at Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri, hótti samgonguna við avleiðingum, verður peningur játtaður til ein ítróttareftirskúla í Vági. Ruth Vang váttar, at hann var ikki fegin um ætlanina, men at hann skal hava hótt samgonguna, kennir hon einki til.

 

Eydis Kjærbo sigur, at hon er ógvuliga hørm um, at tað eru hennara egnu floksfelagir, ið hava forðað fyri hesi ætlanini.

 

Hon heldur eisini, at tað er ikki serliga virðiligt, at tey ikki hava boðað teimum frá hesum, men at tey skulu frætta tað í miðlunum.

 

– Eg havi so einki hoyrt fyrrenn tað frættist í miðlunum, sigur Eydis Kjærbo at fyri tað fyrsta eru ítróttareftirskúlin í Vági og ætlaði eftirskúlin í Norðaru helvt, eru heilt hvør sítt.

 

Samstundis kostar ítróttareftirskúlin í Vági eina millión, men havi eg skilt ætlanin at stovna eftirskúla í norðaru helvt, rætt, kostar hann tíggjutals milliónir.

 

– Ongantíð betri at ein eftirskúli kemur í norðaru helvt, men eg dugi ikki at síggja, hvussu hann kann koma hesi fyrstu árini, leggur Eydis Kjørbo afturat.

 

Hon sigur, at tey trý, sum eru vald í Vágs Býráð fyri í Javnaðarflokkinum, fara nú at hava fund um støðuna.

 

Men, hvat úrslitið verður, dugur hon ikki at siga. Fyribils hevur hon heldur ikki ætlað, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri hennara viðurskifti við Javnaðarflokkin, boykottar flokkurin hesa ætlanina í Vági.

 

– Men tað er í øllum førum ein spurningur, hvussu hugagóð eg fari til verka fyri flokkin eftir hetta, leggur hon afturat.

 

– Arbeiðsplássini, ein ítróttareftirskúli í Vági hevði skapt, høvdu komið væl við her suðuri, tí vit eru ikki rættiliga við í framburðinum, sum annars er í Føroyum, sigur Eydis Kjærbo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her