Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 21.07.2013 (11:44)

Ferðsluvanlukka í Vágum kravt trý mannalív

Í dag klokkan 11.25, fekk alarmsentralurin fráboðan um eina álvarliga ferðsluvanlukku á Sandavágshálsi í Vágum.

Talan er um eina vanlukku, har ein bilur við trimum fólkum fór út av vegnum.

 

Umframt ambulansar og politi, bleiv klippútgerð frá sløkkiliðnum send á staði.

 

Løgreglan sigur nú, at øll trý fólkini í bilinum, doyðu. Tvey fólk doyðu á staðnum og hin  tirði doyði seinni á Landsjúkrahúsinum.

Talan er um ein 55 ára gamlan mann,  ein 51 ára gamlan mann og ein 48 ára gamlan mann.

Bilurin var á veg frá flogvøllinum í Vágum til Tórshavn

 

Tey avvarðandi eru kunnað, sigur løgreglan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her